Í mun til tunlarnar sum verða gjørdir í dag, eru gomlu tunlarnir, sum vóru gjørdir fyri umleið 40 árum síðan, als ikki tíðarhóskandi longur, sigur Sámal Bláhamar frá ferðamannastovuni Tora Tourist Traffic, sum hvørt summar skipar fyri útferðum fremmandum ferðafólkum kring landið.
Hann nevnir sum dømi, at um tveir 12 m langir bussar fara útferð til Viðareiðis og møta einum ella tveimun stórum akførum inni í einum av tunlunum, er tað ein sera torfør uppgáva hjá bussførarunum at mannerera. Tunlarnir er smalir og myrkir, og við fleiri stórum akførum verður nógvur osi frá útstoytunum, tá er skjótt at panikkur kemur í ferðafólkini, tey kenna seg innistongd og fáa klaustrofobi. Har er jú als eingin bjargingarútgerð og hvørki ljós ella telefon.
Akkurát hvussu hesin trupulleiki kann loysast, veit hann ikki. Tað kundi t.d. verið gjørt við eini kontakt við einum knøtti at trýsta á, tá bilførararnir koma til tunnilsmunnan, eins og á fótgangarateigunum ella at eitt ferðsluljós skifti fyri hvørjar 10 minuttir. So var møtingartrupulleikin inni í tunlunum loystur.
Nú Norðoyatunnilin er komin, hava bilførararnir betri stundir - eingin ferja er at skunda sær til. Teir minuttirnir bilførarnir missa við at bíða við ljósreguleringina, verða í stóran mun vunnir aftur, tá eingin mótkoyrandi ferðsla er í tunlunum, sigur Sámal Bláhamar.










