Ljósmastur bognaði í illveðrinum

Sí myndina frá einum lesara í dag

Ein lesari hjá in.fo hevur júst nú sent hesa myndina inn úr Norðagøtu, har illveðrið er serstakliga ringt í morgun. 

 

 

Løgreglan hevur heitt á fólk um at halda seg inni og úr Norðagøtu hoyrist, at tað er langt síðani man hevur upplivað so ringt veður. 

 

 

Hendan myndin vísir, at ljósmasturin á keiini í Norðagøtu boygnaði av illveðrinum í morgun. Hevur tú eitt videobrot úr Norðagøtu, sum vísir standin, so er at senda til okkara á post(at)sosialurin.fo ella á Facebook síðuna hjá in.fo.