Ljósmøðurnar vóna at ein loysn kemur í morgin

Í morgin, mikudag, fer Ljósmøðrafelagið á fund við semingsstovnin og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráð.

 

- Vit vóna at finna eina loysn soleiðis, at limir okkara kunnu møta aftur til arbeiðis beinanvegin, sigur Ljósmøðrafelagið.

 

Felagið sigur, at tað harmast verkfallið og íkomnu støðuna.

- Av tí at eingin avtala er um lønarsáttmála hjá ljósmøðrunum, hava ljósmøðurnar nú í 12 dagar bert kunna veitt mammum og børnum teirra bráðfeingishjálp og ikki ta fullu, góðu tænastuna, tey vanliga fáa og hava rætt til, sigur felagið.