Ljósmøðurnar mugu koma til borðs

Vit kunnu sjálvsagt ikki bara góðtaka at 11 ljósmøður siga upp. Tí ynskja vit inniliga at fáa ein dialog við tær og at lurta eftir tí, sum tær hava uppá hjarta. Bara við at vera við, kunnu tær fáa ávirkan, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri

- Tá eg læs samrøðuna við Anniku Hoydal, leiðandi ljósmóður, í Sosialinum í gjár, var eg mest vónbrotin av, at hon vildi vera við, at vit í leiðsluni fara at hótta ljósmøðurnar til arbeiðis aftur!
Nýliga setti sjúkrahússtjórin rodnar um kjálkarnar, tá hann nevnir orðið hóttan. Vit hava sett honum stevnu í einum fundarhøli í leiðslubygninginum á Landssjúkrahúsinum.
 
Vilja dialog
- At tilboðið um dialog verður móttikið so negativt, sigur annaðhvørt nakað um tær ella um okkum. Vit hava biðið um eitt prát við hvørja einstøku ljósmóður, tí tær hava sagt upp í hvør sínum lagi og við hvør sínari grundgeving. Um tær óttast fyri at verða hóttar, eru tær vælkomnar at taka onkran við til samrøðuna, og tað hava vit eisini gjørt teimum greitt í innbjóðingini til samrøðu, sigur Allan Skaalum.
Hann vísir á, at nú er um at vera, at koma á tal við ljósmøðurnar.
- Vit kunnu sjálvsagt ikki bara góðtaka at 11 ljósmøður siga upp, og vit ynskja inniliga at fáa ein dialog og at lurta eftir tí, sum tær hava uppá hjarta. Fyri at koma víðari er tað neyðugt at práta við ljósmøðurnar. Í fyrsta umfari um orsøkirnar til, at tær hava tikið hesa avgerð og so sjálvsagt eisini, hvat tær kundu hugsað sær øðrvísi, um tær skuldu valt at komið aftur. Bara við at vera við, kunnu tær fáa ávirkan og soleiðis verja økið teirra.
 
Fokus flutt
Sambært sjúkrahússtjóranum, hava tey roynt við dialogi, fyri at finna eina loysn á støðuni á føðideildini.
- Vit vóru júst liðug við eina hoyringsrundu, har partarnir fingu høvi at koma við sínari hugsar. Harímillum vóru sjálvsagt eisini ljósmøðurnar. Freistin fyri hoyringssvari var úti 30. november, og í svarinum frá ljósmøðrunum kravdu tær, at ein niðurstøða skuldi fyriliggja áðrenn 1. desember klokkan 15. Hetta lat seg ikki gera, og tað gjørdu vit eisini ljósmøðrunum greitt. Næsta stigið er, at 11 ljósmøður velja at siga seg úr starvi við hvør sínari persónligari grundgeving, sigur Allan Skaalum. Hann sigur seg harmast um, at nú er tilgongdin at endurskoða skipanina á føðideildini útsett, tí fokus er flutt yvir á at fáa manning á deildina.
 
Læknaliga forsvarligt
Sjúkrahússtjórin sigur, at fakliga og læknaliga støðið á føðideildini er fult forsvarligt, tí her á landi hava vit gjørt av, at allir føðingar skulu fara fram á sjúkrahúsi.
- Tá viga læknaligu atlitini sjálvsagt mest, staðfestir hann og greiðir víðari frá, at tey hava roynt at samansjóða fakbólkarnar, men at tað hevur verið rættiliga torført. Talan er um eina lítla føðideild og tilboðið skal bæði kunna forsvarast læknaliga og fíggjarliga.
- Tí er tað ikki bara sum at siga tað, at býta deildirnar upp í smærri eindir ella at lata alt upp í hendurnar á einum fakbólki. Tað skal bera til, at koma fram til eina loysn, sum øll kunnu góðtaka, sigur sjúkrahússtjórin.
 
Vísa ongum aftur
Ein av atfinningunum frá ljósmøðrunum hevur verið, at teirra fak ikki verður tikið í nóg stórum álvara, og at tað ikki verður virt, at føðing er teirra kjarnuøki. Hvat sigur sjúkrahússtjórin til hetta?
- Organisatorisk hevur onki verið til hindurs fyri, at tær eru við allan vegin. Tær eru um barnakonurnar áðrenn, undir og eftir føðing. So hatta skilji eg ikki rættiliga. Men eg vil enn einaferð staðfesta, at her er talan um eina lítla deild, í miðal verða 1,8 børn fødd um dagin. Um vit høvdu eina deild bara við frískum konum og frískum børnum, so høvdu ljósmøðurnar ikki kunna verið har einsamallar. Tær kunnu knappliga standa við fleiri føðingum, og tá er neyðugt, at onkur er um konur og børn á deildini eisini, sigur Allan Skaalum.
-Hann vísir víðari á, at tey hava verði í dialogi við ljósmøðurnar yvir eitt longri tíðarskeið og at tankar teirra verða ikki tiknir negativt upp.
- Vit hava heldur ikki vent tumlinum niður fyri uppskotum teirra. Men tað er leiðslan, sum í síðsta enda tekur avgerðina, sjálvsagt í felag við ljósmøðurnar og allar hinar starvsbólkarnar, sum eru uppi í, sigur hann.
Og ongin ivi skal vera um, at kjarnuøkið hjá ljósmøðrunum er barnsburður og føðing, vísir sjúkrahússtjórin á.
- Men ongin hevur sum so ábyrgdina av barsilsøkinum og hetta hava londini kring okkum skipað á sera ymiskan hátt. Tí er tað upp til okkara at finna eina skipan, sum hóskar til okkara tørv og karmar.
 
Vantar broytingar
Spurdur hvørji útlit eru fyri føðideildini, sigur hann, at í dag eru fysisku karmarnir ótíðarhóskandi, tað sær ein og hvør sum fer oman á deildina.
- Men hugburðin kemur við starvsfólkunum, og hann kunnu vit ikki gera so nógv við. Fólk hava lært innan ymisk øki og í ymsum tíðarskeiðum, og tað vil altíð vera neyðugt at samstarva.
Um støðuna á føðideildini um eitt ár, sigur Allan Skaalum, at hon verður har, sum hon er, men at hugburðurin vónandi hevur flutt seg nakað.
- Undir øllum umstøðum, so skulu føroyskar barnafamiljur ikki óttast fyri at eiga á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, tí óansæð hvat hendir, so virkar deildin óávirkað eftir 1. februar, sigur Allan Skaalum at enda. Við hesum vísir hann á, at um neyðugt, so mugu ljósmøður finnast aðrastaðni enn í Føroyum.