Ljósmøðurnar fáa svar í næstu viku

Nú røkist fyri, at ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum, sum í apríl kærdu leiðsluna á Landssjúkrahúsinum í samband við broytta leiðslubygnaðin á føðideildini, fáa svar upp á kæruna, ið tær sendu Heilsu- og Innlendismálaráðnum í apríl.

 



Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum upplýsir fyri in.fo, at kæran í løtuni verður viðgjørd og ætlanin er at avgreiða hana áðrenn ráðið fer í summarferiu í viku 29. Sostatt kunnu ljósmøðurnar vænta eitt svar í seinasta lagi næstu viku.

 


Aðalstjórin upplýsir eisini, at landsstýriskvinnan verður kunnað um málið, men tekur ikki lut í sjálvari viðgerðini av kæruni.