Vit hava havt onkran hissini fund við leiðsluna, men vit bíða framvegis eftir einum útspæli frá henni um, hvussu arbeiðsumstøður okkara kunnu gerast tolandi aftur, sigur Rannvá Simonsen, virkandi forkvinna í Ljósmøðrafelag Føroya.
Hon sigur, at støðan er óbroytt síðani úrskurðin hjá Fasta Gerðarrættinum mikudagin í farnu viku, sum segði, at ljósmøðurnar við sjúkramelding skuldu sleppa at vera sjúkar, meðan tær uttan sjúkramelding máttu til arbeiðis aftur. Átta ljósmøður eru nú langtíðar sjúkrameldaðar.
Rannvá Simonsen sigur, at hon veit ikki, hvussu leingi tær orka at bíða, men hon ásannar, at tíðin er um at renna undan. Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, er á veg í annað starv og um onkur loysn ikki er funnin innan ta tíð, kann illstøðan draga út.
- Neyvan tekur ein nýggjur stjóri við fyrr enn út á heysti, og hann skal eisini hava tíð til at seta seg inn í málið, sigur hon.
Í apríl sendu ljósmøðurnar eina kæru til Heilsumálaráðið um fleiri viðurskifti á Landssjúkrahúsinum, men enn hava tær einki svar fingið.
- Vit hava roynt at purra nakrar ferðir, men hoyra einki aftur frá Heilsumálaráðnum, sigur hon.
Hinar ljósmøðurnar eru farnar aftur til arbeiðis saman við donsku avloysarunum.
- Hetta verður tó ein dýrur umgangur fyri sjúkrahúsið, tí donsku avloysararnir fáa vikarløn, sum er væl hægri enn tær fast løntu ljósmøðurnar fáa, sigur Rannvá Simonsen.









