Ljósmøður í verkfalli: 146.400 krónur um árið skilja partarnar

Tað, sum skilir partarnar, eru tilsamans bert 146.400 krónur um árið fyri allar 21 ljósmøðurnar. Tað boðar Ljóðsmøðrafelagið frá í eini fráboðan í kvøld. Tær hava nú verið í verkfalli í tvær vikur, og tær siga nú, at tað, sum forðar fyri eini semju, eru 146.400 krónur afturat í løn um árið tilsamans til allar 21 ljósmøðurnar í landinum.

 

– Hesar 21 ljósmøðurnar hava ábyrgdina av øllum barnakonu- og barnsburðarøkinum í Føroyum, leggja tær afturat. Tær siga, at tær harmast um støðuna og geva Fíggjarmálaráðnum skyldina fyri ósemjuni, tí tey siga, at tað er Fíggjarmálaráðið, sum ikki vil flyta seg.

 

– Eftir drúgvar samráðingar við Fíggjarmálaráðið allan mikudagin og allan dag, mugu vit ásanna, at Fíggjarmálaráðið ikki skilir, hvussu álvarsom støðan er. Vit hava roynt allar møguleikar at gera eina semju, men Fíggjarmálaráðið vil als ikki síggja týdningin og ábyrgdina í okkara arbeiði, siga tær í almennari fráboðan í kvøld,



– Arbeiðssteðgurin hevur nú vart í 14 dagar. Hesar 14 dagarnar hava barnakonur í Føroyum bert fingið bráðneyðuga hjálp. Henda støðan kann ikki halda fram. Støðan er órímilig fyri barnakonurnar, fyri onnur starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og fyri ljósmøðurnar.

 

 

Les eisini: Fara at viðgera verkfallið hjá ljósmøðrunum í morgin ári

 

 

Ljósmøðurnar siga, at tað tykist sum um at Fíggjarmálaráðið ikki vil síggja álvaran í eyguni. Tí mugu vit í Ljósmøðrafelag Føroya ásanna, at einasta loysnin nú er at taka aftur lyftið um at veita undantøk.

 

– Vit eru ómetaliga keddar um, at tað skuldi koma so langt, men duga ikki at síggja nakran annan møguleika. Tí føla vit okkum noyddar til at herða arbeiðssteðgin og taka øll undantøk aftur - galdandi frá leygardegnum 24. november klokkan 15, siga tær. Tær siga, at hetta verður gjørt fyri at fáa Fíggjarmálaráðið at skilja álvaran, siga altso ljósmøðurnar.