Annika Hoydal, fakfelagsforkvinna hjá ljósmøðrunum hevur fyri stuttum lisið skrivið, sum leiðslan á LSH hevur sent út i samband við stríðið á føðideildini.
Tað er so mikið nýtt, at ljósmøðurnar hava ikki havt stundir at viðgerða skrivið og allar broytingarnar, sum LSH boðar frá í hesum. Men við fyrsta eygnabrá sær gott út, heldur Annika Hoydal.
Les eisini: Stríð á føðideildini: Nú bakkar leiðslan
- Vit hava veruligar vónir um, at tað ber til at loysa hesa ósemjuna, og kanska er hetta mátin, sigur Annika Hoydal.
Hon vísir á, at at síggja til eru fleiri av teimum tingunum, sum ljósmøðurnar hava funnist at, broytt frá í dag at rokna, og at tað í øllum førum sær spennandi út.
- Nú mugu vit viðgera hetta saman og taka støðu til, hvat vit nú gera, sigur Annika Hoydal. Fundur verður í morgin.