Avgerðin hjá Johnny í Grótinum, stjóra á Landssjúkrahúsinum, at fara aftur til gamla leiðslubygnaðin á føðideildini í Landssjúkrahúsinum er ikki fallin í góða jørð.
Eftir at hann fyrr í vikuni kunngjørdi, at hann ógildar ta fyribils skipan, ið hann setti í verk 1. apríl, hava báðir starvsbólkar, ið eru partar av málinum, funnist at avgerðini.
Fyrst fanst Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, at avgerðini í tíðindunum í Kringvarpinum í gjárkvøldið, og fyri løtu síðan sendi Ljósmøðrafelag Føroya miðlunum eitt skriv, har funnist verður at avgerðini, ið tær siga seg als ikki skilja, og skriva m.a.
- Tað er púrasta óskiljandi, og tað virkar sum ein desperat roynd at fáa hetta stríðið at vera av. Uttan tó at hugsa hetta ígjøgnum. Um avgerðin 29/3 var illa gjøgnumhugsað, so er hendan tað minst líka nógv, um ikki meira.
- Væntar stjórin, at tað, sum er hent hesar 106 dagarnar, og tað, sum fólk hava verið ígjøgnum, bara er gloymt, tí hann bakkar aftur?
Serliga hevur felagið hug at finnast at grundgevingini hjá stjóranum fyri broyttu avgerðini.
- Tað, sum er mest hugstoytt at lesa í avgerðini frá 11. juli, er, at stjórin sigur orsøkina til at steðga royndartíðini vera ótolandi støðuna við nógvu sjúkrameldaðu ljósmøðrunum, heldur enn at viðurkenna, at avgerðin frá 29. mars ikki var nøktandi og m.a. viðførdi ótolandi arbeiðsumstøður, skrivar felagið í skrivinum.
Til ber at lesa drúgva skrivið frá Ljósmøðrafelagnum her.








