Ljósins tíð

Trúgv tí ella ei, men sunnudagin er fyrsti sunnudagur í advent. Siðbundni adventstakin skal niður av ovasta loftinum, og saman við stjørnum, perum og øðrum skal hann lýsa hesa myrku tíð upp. Her eru nakrir stílfullir nýggir stakar, og hugskot til hvussu tú á lættan hátt gerst tín egna.

Lagt til rættis: Inna Tørnroos


Flottur staki frá Stelton, har tølini upp til 24 eru prentað á glasið í staðin fyri á ljósið. Tí ber til at nýta hann ár eftir ár.

Ribbons adventstakin frá Georg Jensen er stílfullur og snøggur. Inspiration

Einglaspæl er hugnaligt at hava á borðinum í jólamánaðinum. Skemman

Less is more er ikki galdandi fyri hesar stakarnar frá The Pier.

Festligir og orginalir eru hesir stakarnir frá House Doctor.

Legg tað, tær lystir, í botnin á hesum stakanum. Kúlir, mosi og grann eru góð hugskot. House Doctor

Heimastakin frá Norrman Copenhagen er gjørdur úr svørtum stoypijarni og passar væl til ein hvítan dúk.


Ger tín egna adventstaka

Tær nýtist:
Eina glasskál
Grovt salt
Fýra stearinljós
Band*
Einglar* ella líknandi at pynta við
Grann ella líknandi

Soleiðis ger tú:
1. Fyll djúpu glasskálina við "kava" (grova saltinum) og set tey fýra ljósini niður í, so at tey standa væl.
2. Fest einglarnar í bandið og bind um ljósini. Skriva tølini á einglarnar
3. Bind band rundanum skálina og pynta við granni

*Einglar og band eru at fáa í 3x2 og líknandi handlum