Svínáir
Tordur Niclasen, bygdaráðsformaður á Eiði, er samdur við Dan Kruse Thomsen í Svínáum, um, at gamla bygdin er alt og myrk, og at neyðugt er at seta fleiri ljós upp við bygdarvegin.
Ljós og ferðsla
- Ljósini við vegin eru ikki nøktandi, og bygdaráðið fer at fremja neyðugu ábøturnar.
Tordur sigur seg fegnast um, at borgarar gera vart við viðurskifti, sum ikki eru nøktandi.
- Eg dugi ikki at siga, um vegaforðingar verða gjørdar á bygdarvegnum, tí eingin avgerð er tikin um tað í bygdaráðnum. Men persónliga haldi eg, at hetta er einasta loysnin, um ferðin eftir vegnum er ov nógv. Tað vísa eisini kanningar, sum gjørdar eru.
Spurdur, hvussu verður við vegnum omaná lendingina, har eingi gøtuljós eru, sigur Tordur, at hetta dugir hann ikki at meta um í løtuni.
- Men bygdaráðið fer at gera tær ábøtur, sum mettar eru at verða neyðugar.
Ymiskt er gjørt
Bygdaráðsformaðurin í Eiðis kommunu sigur, at sitandi bygdaráð hevur gjørt ymiskt, sum hevur verið til bata fyri Svínáir.
- Vit hava fingið kloakkviðurskiftini í rættlag, fingið í lag støðuga vatnrenning, og vit hava eisini sett upp eitt tiltrongt busskýli.
Tordur Niclasen sigur, at nógv grundøkir eru til sølu í Svínáum, og hesi liggja um 50.000 krónur hvørt.
- Eg vil siga, at vit hava gjørt nokso fitt til tess at bøta um viðurskiftini í bygdini, men eg ásanni, at enn liggur ymiskt á láni, sum krevur ábøtur, sigur hann at enda.