FM í estetiskum fimleiki var í høllini á Hálsi um vikuskiftið, og Ljósið gjørdist størsti vinnarin.
Reyða fimleikafelagið í Havn vann FM hjá kvinnum, gentum og smágentum, meðan bláa felagið í høvuðsstaðnum, Havnar Fimleikafelag, vann FM hjá unglingum og pinkum.
Tilsamans vann Ljósið trý FM-heitið og eitt bronsuheiðursmerki, Havnar Fimleikafelag fekk tvey FM-heiti, trý silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki, meðan Støkk fekk tvey silvurheiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki.
Í onkrum av kappingunum var sera javnt, til dømis hjá gentum, har munurin á fyrsta og triðja plássið einans var 0,65 stig. Ljósið Vela vann við 30,35 stigum, HF Fenja fekk 30,10 stig, meðan Støkk Viólin fekk 29,70 stig.
Hjá unglingum var munurin millum gull og silvur eisini bara 0,15 stig. Har dró HF Eina longra stráðið og fekk 29,40 stig, meðan Støkk Vípan fekk 29,25 stig.
FM-vinnararnir gjørdust sostatt HF Mira hjá pinkum, Ljósið Vela hjá smágentum, Ljósið Lyra hjá gentum, HF Eina hjá unglingum og Ljósið Hydra hjá kvinnum.