Fimleikatiltak
Fimleikafelagið Ljósið lýsti í heyst við einum tiltaki, har tey ið meldaðu til sluppu at royna seg í so nógvum ítróttagreinum sum teimum listi, og serliga slíkar sum fimleikarar ikki vanliga íðka. Felags fyri øll ið meldaðu til var, at tey so at siga ikki høvdu roynt tað Ljósið hesaferð hevði at bjóða teimum.
Hetta í sær sjálvum er spennandi, og er uppmøtingin eisin góð. Á liðnum eru einar 15-20 kvinnum í aldrinum 25 til 50 ár, og so ein hani, sum trívist sera væl. Liðið hevur síðani tað byrjaði, verið á sandinum í Sandagerði og spælt barnaspøl. Tey hava íðka duathlon, har tey hava blandað renning og súkkling, og fyri at vísa at tey eisini tora, vóru tey og sigu í berginum omanfyri Gomlurætt, og stóðu á rulluskoytum fyri at nevna nøkur ting tey hava gjørt.
Nú sunnudagin hevði liðið avgjørt, at triathlon skuldi vera á skránni, og sjálvt um tað var bæði vindur og regn, so vildu tær 9 kvinnurnar ið møttar vóru, ikki setast aftur. Ætlanin var at teinurin skuldi vera 1/12 triathlon, men av tí at vindurin var so nógvur, bleiv súkkluteinurin styttur niður í helvt, og hinar báðar greinirnar vóru so sum tær áttu.
Hesar djørvu kvinnurnar høvdu ikki nakrar smartar kappsúkklur ella sprøklut vatn- og vindtøtt súkkluklæðir. Nei, útgerðin var ein súkkla av ókendum slag, og so regnklæðir. Ein av kvinnunum segði, at tá hon kom til Skansan, legði hon til merkis, at súkklan hevði 7 gear, og ikki 3. Ein onnur rópti um hjálp, tí hon fann ikki bremsurnar, seinast hon var á súkklu vóru bara fótbremsur, og nú bara hondbremsur. So ikki kann annað sigast, enn at hesar kvinnur bara loypa í tað ókenda, og so taka støðuna sum hom kemur.
Fyrst svomu tær 350 m í Svimjihøllini, síðani skiftu tær, og so út á súkkluna, har har tær súkklaðu 7,5 km eftir Norðara Ringvegi, fram við Strond, niðan Jónas Bronksgøtu og R C Effersøesgøtu, til tær at endan komu niðan aftur á Ringvegin og Hvítanesvegin, til Skógrøkt landsins, har tær skiftu til 3 km renning.
Fimm av kvinnunum gjørdu triathlon, tríggjar gjørdu duathlon, og ein svam. Men felags fyri allar var, at tær vóru sera væl nøgdar, og sjálvt um tær vóru gjøgnumbloyttars, so eru tær als ikki nakrar bloytur, og hvør veit, kanska menninir í Triathlonfelagnum ein dag vakna við kaldan dreym, kvinnurnar hava flaggað út heimanífrí til triathlon.
Tiltakið var ikki skipað sum kapping, tí allar ikki gjørdu alt, men til stuttleika bleiv tíð tikin til einstøku partarnar, so íðkararnir seinni kundu síggja hvat er teirra sterka ella veikasíða.
Úrslitið av triathlon-kappingini hjá Ljósinum
NavnSvimjing1.SkiftSúkkling2. SkiftRenningSamlað
Anna Maria Troast0.08.025.2817.230.1519.020.50.10
Marin Katr. Frýdal0.09.015.4918.270.3121.020.56.35
Birgit
Debes0.14.305.0022.250.4021.311.04.06
Jocobina Hansson0.09.235.5222.350.2425.561.04.08
Sigrun Samuelsen0.09.355.1527.500.1224.431.07.35
Nanly Guðmundson0.16.2321.330.37.56
Karin Jacobsen0.10.15XXX21.330.31.48
Sonja
Debes0.14.22XXX21.330.35.55
Gunnleyg Durhuus0.08.50XXXX0.08.50










