Ljósið sýnir fram í Trongisvági

Flaggdagin fer Fimleikafelagið Ljósið at hava framsýning í ítróttarhøllini í Trongisvági

fimleikur

Framsýningin byrjar kl. 14.30 og varar væntandi ein tíma. Felagið ætlar við hesum bæði at geva suðuroyingum og egnu íðkarum eina uppliving. Liðini, ið eru við, umboða bæði eitt úrval av íðkaraskara og fimleiki felagsins, men aldursliga eru tey frá stórum børnum til vaksin, og er tað tí, at hóast størsta íðkarafjøldin er niðanfyri tíggju ár, so er tað ikki bara sum at siga tað at fara á sjógvin við so nógvum óvitum. Ein onnur orsøk til úrvalið er, at felagið er so stórt (700 limir), at um øll skulu við, so verður tað ein størri verkætlan, - og ein marathon-framsýning er lítið áskoðaravinalig. Ístaðin so heldur felagið seg tora at lova fimleik á høgum stigi, tí ein stóran part av framsýningini fara íðkarar, sum fyrr í ár hava luttikið í ávikavíst stórkapping og FM í amboðsfimleiki at vísa sín dugnaskap. Tað kann líka skoytast uppí, at øll stórkappingarliðini fingu heiðursmerki, harav tvey vunnu FM; og amboðsíðkararnir eru heldur ikki sørir, flikk-flakk, salto, spagat, splitt, gongu á hondunum og myllu á bitanum er nakað av tíð, tær klára.

Vónir um góða undirtøku
Hugskotið til eina slíka framsýning kom lutvíst tí, vit hugsaðu, tað var stór synd, at ikki fleiri skuldu sleppa at síggja kynstur, brøgd og í heilatikið flotta fimleikin, sum íðkararnir hava lagt so stóra orku í farna veturin; har afturat er tað eisini stuttligt fyri almennu fimleikaliðini at sleppa at sýna fram meira enn ta einu ferðina, sum annars er tað vanliga. Vit vóna bara, suðuroyingar gleðiliga taka undir við tiltakinum, tí so koma vit kanska aftur. Hesaferð noyðast teir so ikki av oynni - onkuntíð kemur fjallið til Móses.