Ljósið riggaði: Ronaldo og Real vunnu útsettan dyst

Dysturin millum Rayo Vallecano og Real Madrid skuldi av røttum verið spældur í gjár, men ljósið fór á leikvøllinum. Tí bleiv dysturin spældur í kvøld. Real Madrid vann 2-0.

 

Real Madrid hevur fingið eina ringa byrjan upp á heimligu kappingina, men við sigri á Manchester City í Champions League og á Rayo Vallacano í kvøld hevur høvðusstaðarfelagið vunnið teir dystir upp í slag.

 

Karim Benzema legði Real Madrid longu tíðliga í dystinum, tá hann tætt undir málinum kundi beina eitt innlegg í mál. Tjúgu minuttir fyri tíð avgjørdi Cristiano Ronaldo dystin, tá hann umsetti brotsspark til mál.

 

Barcelona liggur fremst í La Liga við fullum stigatali fyri fimm dystir. Barcelona vann leygarkvøldið 2-0 á Granada, men fyrra málið kom ikki fyrr enn í 87. minutti. Real Madrid hevur nú sjey stig á sjeynda plássi.