Ljósið kom sorlandi niður

Tað var eitt undur, at eingin fekk skaða, tá øll ljósútgerðin í einum norskum tunnli datt niður. Hendingin var leygardagin um fýra tíðina í Bjørnnestunnlinum, sum liggur millum Naustdal og Førde í Noregi.

Tá øll ljósútgerðin skrædnaði undan loftinum var eingin bilur í tunlinum, og tí fekk eingin nakran skaða av hendingini.

Norska løgreglan sigur tó við norska kringvarpið NRK, at hetta er ótrúliga heppið, og at ein bert kann ímynda sær, hvat hevði hent, um bilar vóru í tunnlinum, tá ljósið kom sorlandi niður á vegbreytina.

Enn er óvist, hvør orsøkin er til at ljósið datt niður í 300 metra langa tunnlinum, men gitt verður at ein stórur lastbilur ella kranavognur hevur tikið í ljósarmaturin.