Ljósið ger lívið og arbeiðið lættari

- Eru tey tímiligu ljósini bæði neyðug og góð, er tað andaliga ljósið ikki minni neyðugt og gott, segði sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, í røðu á Toftum fríggjakvøldið

Jólahugni

Seinasta fríggjakvøld vórðu jólatrøini hjá Runavíkar kommunu og Nes kommunu alment tendrað. Í Saltangará var haldið klokkan 18, og har var tað Maibritt Jacobsen, leiðari á heiminum fyri minnisveik á Mýrunum í Runavík, sum helt røðu. Á Toftum var haldið klokkan 19, og har helt Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, røðuna.
Aðrastaðni í Eysturoy vórðu jólatrøini eisini tendrað í vikuskiftinum, og røður vórðu hildnar. Í Fuglafirði varð tað Signar á Brúnni, sum helt røðuna.
Nú jólini nærkast, fara vit at endurgeva ymiskt av tí, ið sagt varð við hesar løtur, og vit leggja fyri við tí, sum Torleif Johannesen segði á Toftum.

Bundin at ljósinum

Í røðu síni endurtók sjómanstrúboðarin tað, sum onkur áður hevur sagt: "Tendra heldur ljós ? enn at banna myrkrið!"
- Á ársins myrkastu tíð, eru vit mest bundin at ljósinum. Tað fyrsta, vit gera á morgni, er at tendra ljósið og tað síðsta, vit gera áðrenn vit sovna, er at sløkkja ljósið. Vit ynskja at hava tað ljóst rundan um okkum. Tað ger sjálvt lívið og arbeiði lættari - og tryggari. Man hetta ikki eisini verða ein av orsøkunum til øll ljósini, sum eru at síggja í vindeygum, á trøum og víða hvar hesa tíðina?
Hann vísti á, at fleiri av okkum hava upplivað, at vit okkurt kvøld skuldu út at vitja fólk, men ivaðust í, um nakar var inni.
- Sóu vit so ljós í onkrum vindeyga - ja, so var tað sum oftast prógv um, at onkur var inni. Tí kunnu vit siga, at ljósið boðar frá lívi.
Torleif Johannesen nevndi síðan nakrar eginleikar, sum ljósið hevur: Tað drívur myrkrið burtur, tað lýsir upp, tað skapar tryggleika, tað hitar, og tað samlar fólk og fæ.
Hann helt, at hesi fáu dømi undirstrika tað, sum flestu menniskju uppliva, at ljósið er bæði neyðugt og gott.
- Men eru tey tímiligu ljósini bæði neyðug og góð, so er tað andaliga ljósið ikki minni neyðugt og gott.

Ljós og frelsa

Sjómanstrúboðarin vísti á, at við syndafallinum legði myrkrið seg yvir mannahjørtuni og harvið yvir heimin.
- Kortini ljóðaði eitt lyfti frá Gudi gjøgnum alt gamla Testamenti um ljós og frelsu.
Hann vísti til Jesaja, har hesi orðini standa: "Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja eitt stórt ljós, og ljós skal lýsa yvir teimum, sum sita í deyðskuggans landi"
- Í og við Jesusi gekk hetta lyfti út. Jesus segði: "Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós".
Torleif segði, at vísdómsorðini vóru: "Tendra heldur ljós ? enn at banna myrkrið!"
- Tað hevur Gud gjørt, og tí er gleðiboðskapurin hesin: "Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív".
Hann segði, at barnið í krubbuni og maðurin á krossinum, er frelsari heimsins, er
ljós heimsins, er vegurin, sannleikin og lívið.

Fyrireikingartíð

- Adventin er ein fyrireikingartíð til jólahátíðina. Vit fyrireika okkum við at hugna um, bæði inni og úti. Hundrað ting skulu gerast og keypast, so mong gerast móð bara við at hugsa um jólini.
Torleif heitti á mannamúgvuna, sum komin var saman á Toftum, um ikki at gloyma, at mitt í allari stákanini, er tað fyrst og fremst Guð, sum heldur jól fyri okkum ? og gevur gávur ? og ikki vit, sum halda jól fyri honum, sum hann tók til.
- Verulig og gleðilig jól fáa vit bert, um vit gera sum hirðarnir í jólasálminum hjá Mikkjali á Ryggi:

Sum hirðarnir eg fara vil
mín frelsara at finna;
hans kærleiki mær hjálpir til
tann frið, ið eg vil vinna.
Hans jólaboð er besta troyst;
av syndaskuldum sál mín loyst
mót himli seg kann hevja.

At enda ynskti sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, øllum eini gleðilig jól ? í Guds friði.