Venjingarlegan hjá Ljósinum var á kenda fimleikaháskúlanum í Ollerup á Fjóni, har nógvir føroyskir fimleikar hava gingið. Har hava kvinnurnar vant og livað sum fimleikarar burturav í nakrar dagar.
Kappast í Greve
Seint mikudagin gekk leiðin hjá Ljósinum til Keypmannahavnar, har tær hava møguleikan at fínpusssa framførsluna og eisini venja seg við umhvørvið, ið kappast verður í.
Sjálv HM-kappingin verður í Greve. Fríggjadagin er innleiðandi umfarið, har 28 lið kappast. Dagin eftir, leygardagin, verður finalan, har átta lið fara at stríðast um HM-gullið.
Umframt Ljósið hava bæði Havnar Fimleikafelag og Støkk úr Runavík eitt lið við í HM-kappingini, og spennandi verður at frætta, hvussu tey føroysku liðini fara at standa seg.