Ljósatendring í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagin letur upp listaframsýningin Ljósatendring í Norðurlandahúsinum, har evnisdagur um listahandverk eisini er á skránni

Evnisdagurin, sum verður hildin undir heitinum Listahandverk fram í ljósð, byrjar kl. 13 í Klingruni, við fyrilestrum og kjaki.
Bárður Jákupsson, listamaður, setir evnisdagin og hugleiðir um listahandverk í almenna rúminum.
Peder Rasmussen, keramikari, heldur fyrilestur um tað at verða keramikari í útjaðaranum og skula royna at profilera seg úti í heimi. Og Thue Christienasen, projektleiðari, sigur frá royndunum at fáa grønlendskt listahandverk út í heim.
Kl. 15.00 setir Niels Halm framsýningina Ljóstendring, har hesi listafólk eru við:
Peder Rasmussen, keramikk, Danmark
Vígdis Petersen, keramikk, Føroyar
Guðrið Poulsen, keramikk, Føroyar
Ole Jacob Nielsen, træ, Føroyar
Astrid Andreasen, tekstil, Føroyar
Tita Vinther, tekstil, Føroyar
Eftir setanina verður ein lítil konset, har klavertrioin við Sámali Petersen, violin, Jóhannes Andreasen, klaver, og Tóru Restorff Jacobsen, cello, spælir brot úr klavertrio hjá Mozart og trio hjá Shostakovich.
Øll listaáhugaði eru hjartaliga vælkomin. Gløgg verður bjóðað.
Evnisdagurin er almennur, men vendir sær serliga til fólk og stovnar, sum keypa og umsita list í breiðasta merking.
Framsýningin verður at síggja árið út.