Ljósari tíðir í Hvannasundi

Mikudagin í hesi vikuni vóru menn í ferð við at taka nakrar av gomlu ljóssteyrunum niður, sunnarlaga í Hvannasundi.

Hesir munnu hava tænt fyri seg í hálvan mansaldur ella meiri. Nú er so komið hartil at hesir steyrarnir úr viði mugu víkja fyri teimum úr stáli.
Hesir gomlu steyrarnir standa í niðara borði. Frammanundan er skipað so fyri, at nýggir steyrar úr stáli eru settir upp og settir til í ovara borði.
Tískil nýtist ongum at ferðast í myrkri eftir hesum vegastrekkinum, hvørki áður ella nú.