Ljós varpast á tey norðurlendsku málini

Í samband við Nordvesten mentanarstevnuna, sum verður í Klaksvík og Fuglafirði fyrst í juli, verður eitt málting í kantinuni á studentaskúlanum á Kambsdali, har íslendarar, normenn og føroyingar fara at halda fyrilestrar um, hvussu tey norðulendsku málini best kunnu varðveitast

Máltingið verður hósdagin 3. juli klokkan 14 á studentaskúlanum á Kambsdali. Hetta er fyrstu ferð, at eitt tílíkt málting er á Nordvesten, sum verður hildin annahvørt ár.
Tað koma tveir normenn og ein íslendari at halda fyrilestur til hetta máltingið. Albert Einarsson og Endre Brunstad úr Noregi og Kristján Árnason úr Íslandi. Føroyingarnir verða Jógvan í Lon Jacobsen og Jóhan Hendrik Winther Poulsen.
Albert Einarsson fer at tosa undir heitinum Mál er ikki bara at tosa, har hann millum annað fer at greiða frá um mállæruskipanina Migranorsk.
Hin normaðurin, Endre Brunstad, fer at samanlíkna tey ymsu málumráðini og fer at tosa um fyrimunir og vansar við málreinsan.
Íslendingurin Kristján Árnason fer at tosa eitt sindur um málreinskuna, sum hevur sermerkt hugburðin hjá íslendingum til teirra móðurmál.
Kristján Árnason spyr í sínum uppleggi um ein kann nýta miðalaldarmál í nútíðini, og halda tað reint.
Jógvan í Lon Jacobsen er adjunktur, og hann fer at halda fyrilestur um hugburðin til ensk, sokallaði innflutt orð í Norðurlondum.
Fyrilesturin hjá honum byggir uppá úrslit frá meiningarkanningum, sum vórðu gjørdar í Norðurlondum í 2002. Í sínum fyrilestri fer Jógvan í Lon Jacobsen at samanlíkna úrslitini úr Íslandi, Noregi og Føroyum.
Jóhan Hendrik Winther Poulsen fer at tosa um eitt felags norðurlendskt mál. Jóhan Hendrik heldur, at einaferð hava norðurlendingar tosað eitt mál, har tað hevur verið lætt at skilja hvønnannan. Men so er tað hend ein ella onnur spjaðing,sum hevur ført við sær, at vit í dag hava so ymiskt norðurlendsk mál.
? Vit føroyingar hava við okkara "klassisku" lesiúttalan av tí danska málinum, rættuliga lætt við at gera okkum skilligar fyri flestu norðurlendingum, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, sum heldur, at henda úttalan av donskum er ein mentanar arvur, sum átti at verðið vardur um, serliga tá hugsað verður um norðurlendsku málfatanina.
Á máltinginum fer Katrin Næs, adjunktur, somuleiðis at siga sína hugsan um mál.
Millum fyrilestrarhaldararnar verður tónleikur á skránni, og fyrireikararnir vóna, at tað fer at verða eitt gott og lívligt kjak aftaná.