Ein boðskapur eg havi borið fram fleiri ferðir fyrr og vil gera aftur til hetta valið, er at fáa meira nyttu úr lendisgøtunum. Hetta kann gerast við at seta nakrar lítlar ljóssteyrar upp, soleiðis at gøturnar eisini kunna nýtast aftaná skýming.
Í hesum døgum tá nógv verður tosað um fólkaheilsu, man eitt tað størsta framstigið hjá vanliga fólkum vera lendisgøturnar, ið eru gjørdar nógvastaðni í kommununi. Har verður bæði gingið runnið, súkla og reiðfólk eru eisini at síggja á gøtunum.
Hesar gøtur hava eisini sín upprúna, í at reiðfólk umframt at hava hildið gomlu varðagøturnar byrjaði at gera egnar gøtur, hetta helst mest fyri at verja hagan og skipa ríðingina. Kendasta gøtan er nokk hon runt um fjallið og lítla fjall, tann kenda rossagøtan. Har er fólk frá sólin rísir á morgni til hon setur aftur á kvøldið.
Okkurt gløgt fólk á Vaglinum sá lukkutíð at hetta var nakað ið onnur enn reiðfólk kundi brúka og rest er, sum tey siga søga. Ella tað kundi tað verið - Tí nú er tíðin vónandi komin til at vit eisini fara at gagnýta gøturnar myrku vetrarkvøldini. Við hesum vildu vit fyri lutfalsliga lítlan pening, økt munandi um nyttutímarnir á gøtunum.
Eg ivist ikki í at hetta er ein loysn ið flestøll vildi verið fegin um. Fólk høvdu uttan iva brúkt gøturnar munandi meira um hetta var gjørt. Sjálvandi skal hetta eisini gerast við gøturnar millum býlingarnar, tá høvdu fólk kent seg tryggari og brúkt tær gøturnar meira um kvøldarnar. Eitt hugskot kundi eisini verið at sett skeltir upp á summum gøtum, soleiðis at man lættari fann runt, um man ikki er kendir á gøtunum.
Tað tekur tíð at broyta hugburð hjá fólkið, hetta hugskot bar eg fram fyrstu ferð í 2012 og so aftur í 2016. Fyrstu ferð flentu tey flestu, men nú tykist tað sum um at vend er komin í og at hetta er við at fáa munandi betri undurtøku. Bæði millum manna og nú lukkutíð eisini millum valevnir í øðrum flokkum, so nú ivist eg ikki í at hetta fer at bera á mál og eyðnast.
Ja, hví ikki bara byrja longu í 2021 ?
Brandur í Dali - Tjóðveldi