Ljómur ljómaði í Listaskálanum

Um vikuskiftið vóru seinastu tiltøkini á ársins Listastevnu. Í sambandi við hetta var kirkjukórið Ljómur úr Vági rættiliga í eldinum.

Havn: Leygardagn klokkan 16 fór Kirkjukórið Ljómur enn eina ferð á pall at framføra brot úr sangskrá síni. Hetta var samstundis triðja framførslan hjá kórinum hetta vikuskiftið.
Tey vóru á palli í Hvalbiar kirkju í fríggjakvøldið, og aftur í Listaskálanum í
Havn leygarmorgunin, og skuldu aftur seinnapartin henda sama dagin framføra nakrar av sangum sínum í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Ljómur er gamalt, men gott kirkjukór, sum hevur 66 ár á baki. Í summar vóru
tey á kórferð heilt har suðuri í Spanien, men um vikuskifti fingu so fyrst hvalbingar, síðani havnarfólk og at enda toftafólk høvið at hoyra kórið syngja.
Í løtuni er danin Dorthe Tilma kórleiðari.