Ljómur jólakonsert

Sunnudagin hevur Kirkjukórið Ljómur árligu jólakonsertina og í ár er hon eitt sindur øðrvísi

Sunnudagin klokkan 18 hevur Kirkjukórið Ljómur árligu jólakonsertina. Hon verður í kirkjuni í Vági.

Í ár er hon øðrvísi. Í millum sálmarnar verða smærri lestrarbrot lisin, ið hóska til høgtíðina. Hetta er vanligt aðrastaðni, men Ljómur hevur ikki roynt hetta áður. Men í ár verður hetta roynt. Eisini luttekur tónleikalærari við obo.

Kórið hevur sungið á ellisheiminum og í kirkjuni í Hvalba og er sostatt væl fyri, nú árliga jólakonsertin verðir Sunnudagin.

Skrá: Dýrasti Jesus, lestur: skapanin. Tað sótu seyðamenn, lestur: Syndafallið. Nú komin eru jól, lestur: Spádómur. Stjørnan, lestur:Spádómur. Eg rósu upp sá næla, lestur: Boðanin. När det lider, lestur: Føðingin. Ding Dong, lestur: Hirðarnir. Nóttin var sú ágæt ein, lestur: Orðið varð hold. Jesus bleibet meine Freunde, lestur: Játtan. Føgur er foldin, Gleðilig Jól, Felagssálmur.

Luttakandi: Kirkjukórið Ljómur, Jens Mortan Mortensen, leiðari. Jacqueline FitzGibbon, obo. Klaver, Jens Mortan Mortensen.