Ljómur í Fríðrikskirkjuni á Toftum

Seinnapartin í dag verður stórt konserttiltak í kirkjuliga umhvørvinum á Toftum Klokkan 15 í dag fer sangkórið Ljómur úr Vági at hava stóra konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Á konsertini fer Ljómur at syngja kórverk eftir Heinrich Cchültz ?Hini sjey krossorð Krists?, sum varð skrivað í 1645.

Konsertin í Fríðrikskirkjuni er fyri orgul, kór og solistar.

Á Toftum vóna tey, at nógv fólk fara at nýta høvi at hoyra sangkórið úr Vági ljóma í Fríðrikskirkjuni.