Veltu, taðaðu, sáddu og vætaðu
við bløðandi hondum
tó heitum hjørtum
aldingarðin prúðagróðursettu træið
við sveittan í barm
og brennandi stríðsfýsni
hóast hásummarkrúnan dró
kapitalistiska eiturblandi í seg
so andaði hon reinleika, hugflog
íblástur og stríðsvilja
á tær slitnu, bløðandi hendurnar
undir veingjum kapitalismunnar
fjálgt og gevandi
privatiseringsørskan, stórmennisørskan
hámetta feitilendi
hjá kapitalistunum
rægammunum
spekulantar í hóptatali
eyðræna tilfeingi á sjógvi og landi
mergsúgva almenna peningarenslið
og allar grunnarnar
sum arbeiðandi fjøldin
ár um ár fyllir
við sínum bløðandi hondum
rennur í stríðum streymi
niður í kapitalistatrogið
arbeiðarastættin
vit løntrælir
bundnir á hondum og fótum
tað sindrið vit hava eftir
fer við fúkandi ferð
niður í spekulantapottarnar
kapitalistarnir hava altíð
verið átufrekir
gudur kapitalistsins er ómettandi
s. 2
jú, kapitalisturin hevur
mong andlit
úlvur í seyðaskinni
góður og gudrøkin
men tó hvassar kløur
og kaldan heila
kærleiksboðið uttan á skræðuni
rivið og skrætt
kálkaðar gravir
tí næstrakærleikin røkkur bert til
vinningsgreði, eginsinnaða pallsetan og sermerkjan
í fjálgu, lívsjáttandi, prúðu
og hábærsligu trækrúnuni
búleikast frælsisfuglar
bera boð um at vón
er fyri framman
hóast kapitalistiska oyðandi
eitrandi evjudíki við træsins fót
siti saman við kammerátunum
kring træið
lýði á alfagran fuglaljóm, frælsissong,
hvassan stríðsvilja og
ljómandi víðskygda vælferðarlagið
socialistiska krúnan fevnir víða
loysir trælaleinkjur og
úr frælsisløki
træið ótystan seg drekkur
brøðralagsskikkjan droyrreyða
skyggjandi, stríðsfús
kapitalistarnir veingjaskerdir
í fylgi tær fjákutu fínarimpurnar
á ferð við heystarstormunum
á virðisleysum heystarbløðum
saman við vesturlendska vápnaíðnaðinum
øllum oyðandi og drepandi kreftum
meðan øll tey mongu á skuggasíðu lívsins
tey óvirknu og gloymdu
tey fátæku og børnini
svølta, pínast og gráta
hvørva í kapitalismunnar marglætisrúsi
s. 3
sá ein almiklan stríðshóp í París, Pætursborg,
Keypmannahavn og á Vaglinum
men nú stendur hann á hillum
dustgingin
men í dag bert nøkur fá tandur
standa og gána á Vaglinum
hevur kapitalistiska skipanin
jarðað stættastríðið ?
í háborg kapitalismunnar vestan hav
er einki stættastríð
tó líða 4o milliónir menniskju
hungur og hall
stættastríði at enda komið
kanska í hugaheimi teirra vælbjargaðu
ognir, virðisbrøv, milliónaskjáttan á tremur
alskyns marglætisfjas
til sín og síni í mong ættarlið
men ikki fyri okkum verkafólk
enn er langt á mál
men verkafólk ! kammerátar !
missi ei móti !
Socialistar ! Standi saman í stríðnum móti
tí karráu kapitalistisku skipanini
og tí turrgelda og oyðandi høgrarákinum !
í eystri brandar
roðandi rættvísisbirtan skæra.
Socialisman vil sigra !
Sólmundur Joensen









