Ljóðleysur og kvikur

Tað er helst bert ein spurningur um tíð, til elbilar koma at avloysa teir vanligu bensin- og dieseldrivnu bilarnar, sum vit kenna í dag. Tað er hesin Peugeot iOn besta tekin um, hann er ljóðleysur, kvikur og CO2 útlátið er 0 gr/km

Bilredaktiónon hjá Sosialinum hevur í nakrar dagar royndarkoyrt ein av elbilunum hjá Elfelagnum SEV. Talan er um ein Peugeot iOn. Niðurstøðan er tann, at bilurin eins og ein vanligur bilur at koyra, bert tað at har er einki motorljóð at hoyra. Elmotorurin við 64 hk kraftar væl, bilurin er kvikur, og CO2 útlátið er 0 gr/km.


Peugeot Ion hevur allar hentleikar sum t.d. radio við fløguspælara, væl virkandi hitaskipan við aircondition, airbag framman, aftan og í síðunum. Bilurin fær góðan karakter fyri trygd frá evropeiska felagsskapinum fyri trygd í bilum EuroNCAP og týska bilfelagskapinum ADAC.


Bilurin stendur til at kunna koyra 130 km upp á eina løðing, men hann skal veruliga koyrast við umhugsni, um hann skal klára tað á føroysku vegunum við nógvum og drúgvum brekkum. Undir koyring ber til at fylgja við á instrumentborðinum, nær koyringin er mest økonomisk. Hann løðir t.d. battaríini undir koyring í undanbrekku. Bilurin kann løðast upp við vanligari 220V stikk-kontakt.


Tað er SEV sum eigur bilin, og elbilabólkurin hjá SEV er ein virkin bólkur, sum arbeiðir við at betra um infrastrukturin til frama fyri elbilar. Sum t.d. at løðistandarar verða settir upp kring landið eitt nú í sambandi við útbyggingina av floghavnini í Vágum.


Koyring við hesum elbilinum var ein góð uppliving. Trupulleikin er bert tann, at tá tú hevur koyrt elbil í nakrar dagar, kennist tað sum at verða fluttur aftur í tíðina at seta seg í ein vanligan bensin- ella dieselbil. 


Peugeot iOn, Citroën C-Zero og Mitsubishi iMiEV eru somu bilar við hvør sínum identiteti.