##med2##
Ein fastur táttur í árligu sendingini "Gullradio" á FM1 er ein ljóð-kavalkada við frásagnarbrotum og samrøðubrotum frá júst farna kappingarárinum.
Ein slík var eisini sett saman til heiðurs fyri FM-vinnarunum, KÍ so KÍ-leikararnir og mongu KÍ-viðhaldsfólkini eisini kunnu sita og njóta og endurminnast kappingarárið 2019 við at lurta eftir ljóðkavalkaduni hjá FM1.
Á ljóð-kavalkaduni hoyrast frásagnarbrot hjá Tróndi Arge, Sjúrði Hildarsyni Hoydal og Peturi Asbjørn Lervig. Vit hoyra onkrar viðmerkingar hjá Oddbirni Joensen og Teiti Joensen. Tróndur Arge, Sjúrður H. Hoydal, Petur Asbjørn Lervig, Óli G. Samuelsen og Heri Simonsen gjørdu samrøðurnar við umboð fyri KÍ í farna kappingarári.










