Ljóðið frá motorinum ger tað til nakað serligt

Jóan Petur Joensen úr Klaksvík kom líka úr Danmark at koyra á motorsúkklu í Suðuroy í ein dag. Men so er motorsúkklan heldur ikki hvør sum helst. Tað er ljóðið frá motorinum, sum ger tað til nakað heilt serligt at koyra Harley Davidson, sigur klaksvíkingurin

? Tað er ljóðið frá motorinum, sum ger tað nakað heilt serligt.
Jóan Petur Joensen úr Klaksvík ivast ikki í, hví tað er nakað heilt serligt fyri hann at koyra á eini Harley Davidson.
? Motorurin hevur eitt fantastiskt ljóð. Motorurin ljóðar so sermerkt, at tað kennist altíð aftur og ein Harley Davidson hoyrist altíð burturúr. Kemur ein riðil av motorsúkklum koyrandi, og ein Harley er ímillum, er tað hana tú hoyrir.
Sostatt er hesin klaksvíkingurin komin upp í tann vaksandi skaran av føroyingum, sum eru blivnir púra býttur uppi í hesi legendarisku og søguligu amerikansku motorsúkkluni.
Og hann er ikki einsamallur um at halda, at ljóðið er sermerkt. Teir, sum gera súkklurnar, hava eisini lagt seg eftir at fáa motorljóðið at bróta frá øllum hinum og Harley Davidson hevur enntá fingið skrásettan einkarrætt uppá hetta ljóðið. Tað merkir, at ongin annar, um ger motorar til motorsúkklur, hevur loyvi at gera teir so, at teir ljóða sum ein Harley Davidson.
Tað er eisini sermerkt við Harley Davidson, at tað ber so væl til at byggja tær um og -út, næstan sum einum lystir. Tað merkir, at við smáum broytingum ber aloftast til at brúka ein eykalut til eina súkklu, hóast hann í veruleikanum er gjørdur til eina heilt aðra súkklu.
? Hetta var upprunaliga við til at gera Harley Davidson til tað, hon var, tí teir, sum koyrdu motorsúkklu yvir í USA fyrr í tíðini, vóru mangan menn, sum ikki høvdu nakað serligt av pengum. Løgreglan koyrdi eisini á Harley Davidson og teirra súkklur skuldu altíð vera nýggjar. So hvørt, sum teirra súkklur vórðu settar, bar sostatt altíð til at fáa fatur á bíligum eykalutum.
Og tá ið pengarnir ikki vóru nógvir, kom tað væl við, at tað var so lætt at fáa fatur á eykalutum og at byggja sær sína egnu súkklu, ofta burturúr lutum til nógvar ymiskar súkklur.
Hetta, at hvør maður, ella kvinna, kann hava sítt egna "modell" er eisini ein partur av sjarmuni við at koyra Harley Davidson og tað er ikki óvanligt at síggja fleiri Harley Davidson súkklur, har ongin er líka.
Gott útsýni og frísk luft
Hjá nógvum, sum koyra á motorsúkklu, hevur ferðin alt at siga. Soleiðis er tað ikki hjá Harley-fólkinum.
? Ein Harley Davidson er ongin rasarasúkkla. Tann, eg keypti mína súkklu frá, segði, at hann einaferð hevði havt hana uppi á 180 km/t, men tað man so verða avgjørt tað hon klárar.
? Sjálvur dámar mær best at liggja um 100 km/t. Tá er avslappandi at koyra. Eg kann seta meg upp afturá, so eg siti væl við góðum útsýni í allar ættir. Og so havi eg hetta fantastiska ljóðið í oyrunum, samstundis sum eg fái nokk av frískari luft.
Jóan Petur Joensen siglir við Maersk, so tað er avmarkað, hvussu góðar stundir hann hevur at íðka sítt frítíðarítriv nummar eitt.
?Í øðrum londum hugsa tey mest um, antin tey hava tíð at koyra ella ikki. Í Føroyum skalt tú fyrst vita, um tú hevur tíð og síðani skalt tú hugsa um veðrið.
Tá ið stevnan var í Suðuroy fyrsta vikuskiftið í september, var hann á skeið í Danmark og har frætti hann um ætlanin at hava motorsúkklustevnu í Suðuroy.
? Eg gjørdi av at melda meg til. Eg kom so heim við flogfarinum leygardagin, fór beint til Klaksvíkar eftir súkkluni og fór so suður við Smyrli leygarkvøldið.
Hann fekk so veitsluna við og slapp so at koyra saman við øllum hinum 60 motorsúkklunum í Suðuroy sunnudagin.
Men hansara áhugi fyri Harley Davidson er ikki so gamal.
? Eg havi altíð havt áhuga fyri motorsúkklum, men serligi áhugin fyri Harley Davidson er komin seinni. Men tá ið ein vinmaður so fekk eina Harley Davidson, varð áhugin vaktur. Eg fekk so eitt tilboð um at keypa eina súkklu.
? Tá ið eg sá hana, varð liðugt. Avgerðin um at keypa hana varð tikin á staðnum. Tað var onki við at spyrja hvørki gentu ella nakran annan eftir: Hasa súkkluna mátti eg eiga.
Hetta eru nú tvey ár síðani, men av tí, at hann er siglandi maður, hevur hann lítið og onki koyrt á henni.
Ætlanin við at koma til Suðuroyar at koyra var fyri ein part at sleppa at koyra.
? Men endamálið var eisini at hitta aðrar Harley-koyrarar og at fáa samband við onkran.
Hann sigur, at í Norðoyggjum er tað nokk so einsligt at koyra Harley og vegirnir eru ikki so nógvir. Tí er tað gott at sleppa av oynni at royna seg.
Og væl hevur eydnast. Hann fekk samband við teir Harley koyrararnir, sum vóru á stevnuni og tí teir hava longu avtalað at hittast aftur seinni í hesum mánaðinum.
? Tað er hugaligt at vera saman við øðrum og tað er hent at hava onkran at spyrja til ráðs, tá ið okkurt skal gerast við súkkluna, tá ið eykalutir skulu útvegast o.s.fr.
Hetta var fyrstu ferð, at Jóan Petur er á motorsúkklustevnu, men hetta verður heilt avgjørt ikki síðstu ferð, sigur hann, so væleydnaða heldur hann at hendan stevnan var, hóast hann bara fekk helvtina av henni við.
? Hetta var fyrstu ferð at eg havi verið á slíkari stevnu. Men tað verður heilt avgjørt ikki síðstu ferð, tí hetta var nógv størri og betri, enn eg hevði hugsað mær. Tað er ongin ivi, at verða fleiri stevnur av hesum slagnum, fari eg við, sigur hesin Harley- maðurin úr Klaksvík.