Ljóðbrot: - Vit hava spælarar sum kunnu gera tað óvæntaða

B36 er komið uppá pláss í Estlandi, har teir skulu møta Nomme Kalju úr Estlandi í innleiðandi umførunum til Europa League.

 

Jákup á Borg sigur, at B36 nú fer at royna at gera sín skyldu, serliga eftir at Víkingur kláraði seg so væl í gjár.

 

- Vit mugu gera alt vit kunnu, so Føroyar framhaldandi fáa fýra lið út í Evropa, sigur Jákup á Borg.

 

Jákup á Borg sigur, at estiska liðið nokk eru lítlir favorittar, men at einki er givið frammanundan.

 

- Teir eru góðir, men eg haldi ikki, at vit skulu gera teir betur enn teir eru, sigur Jákup á Borg.