- Vit leggja dent á at fáa eina virðisskapan og tryggar karmar, sigur Jørgen Niclasen. Tí hevur Fólkaflokkurin skotið upp, at loyvini í fiskivinnuni skulu verða galdandi í 12 ár í senn.
Jørgen Niclasen sigur, at mann skal verða varin við ikki at snara verandi skipan ov nógv, tí vinnan riggar væl og skal sleppa halda fram at menna seg, eins og hon hevur gjørt í nógv ár.
- Tí mæla vit millum annað eisini til ikki at fara til eina kvotaskipan, men varðveita dagaskipanina. Vit hava blandingsfiskarí, ið ein kvotaskipan ikki riggar til, sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen sigur, at bulurin í uppskotinum hjá Fólkaflokkinum er ein semja, ið var fyri tveimum árum síðani saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum.
- Nú vóni eg bara, at øll sleppa at viðgera hetta sambært teirra egnu sannføring og at ein nýskipan ikki verður kroyst í gjøgnum við 17 atkvøðum, tí tað verður broytt aftaná eitt val, sigur Jørgen Niclasen.
Hoyr samrøðu við Jørgen Niclasen við at trýsta á pílin undir myndini.