- Hetta burdi fingið onkran at hugsa seg um, tí hetta eru ikki tey fólkini, sum vanliga mótmæla.
Tað sigur fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard.
Hann sigur víðari, sjálvur er hann samdur við tí mesta, ið mótmælisfólkini fram, tó ikki øllum.
- Eg meti tó ikki, at hetta fer at hava nakra serliga ávirkan, tí tað er fleiri ferðir víst, at samgongan lurtar ikki eftir teimum, ið arbeiða í fiskivinnuni, sigur Jacob Vestergaard.