Ljóðbrot: Sleppa av við alt frá húsarhaldum

Brennistøðin á Hjalla verður stongd í tvær vikur vegna eldsbrunan, ið var um vikuskifti.

 

Tað elvir til nakrar trupulleikar, tí tað er ikki langt síðan, at brennistøðin var stongd vegna umbyggingar og nú skal longur steingjast aftur.

 

Bárður Michelsen, leiðari á brennistøðini sigur, at tað mest umráðandi er, at fáa húsarhaldsburturkastið burt og tað hava teir fingið eina avtalu við IRF um, so burturkastið verður heintað sum vant.

 

Hoyr samrøðu við Bárð Michelsen, leiðara á brennistøðini, við at trýsta á pílin undir myndini.