- Hetta vísir týdningin av uppskotinum, at flotin er komin saman á henda hátt. Hóast eg eri ósamdur við nógvum av tí, ið tey koma við, so er hetta ein partur av fólkaræðinum.
Tað sigur Høgni Hoydal í samband við mótmæli, sum Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið skipaðu fyri í dag.
- Tey siga seg óttast uppboðssøluna, men tað, sum vit siga er, uppboðssøla fer longu fram, men einasti munurin er, at nú er hon privat og vit vilja gera tað eina almenna uppboðssølu, sigur Høgni Hoydal.
Hoyr longri samrøðu við Høgna Hoydal, ið Árni Gregersen hevði við hann á Rás2 í dag.