Ljóðbrot: Samlað verkætlan fyri 80-85 milliónir

Økið kring Skúlan við Streymin broytist sera nógv fyri tíðina, nú arbeiðið at grava út fyri nýggjum skúla og ítróttarhøll er komið væl áleiðis.

 

Í Sunda kommunu vænta tey, at fyrstu elementini til skúlan verða sett upp í apríl. Byggiarbeiðið er boðið út, og tilboðini verða latin upp mikudagin í næstu vikui.

 

- Byggingin er mett at taka umleið hálvt triðja ár, og tá fáa borgarar í Sunda kommunu ein nútímans skúla við øllum hentleikum - umframt  ítróttarhøll, sum verður tann fyrsta í kommununi.

 

Hoyr samrøðu við borgarstjóran í Sunda kommunu, Heðin Zachariassen, við at trýsta á pílin undir myndini.