Tað er gleðiligt, tí vit binda fólk saman. Tað kann eisini verða til stórt gagn fyri bæði vinnu, familjur og tænastuvinnu, at tað verður nógv lættari at flyta seg.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Hon sigur eisini, at umframt at verða gleðiligt, at tunnilin nú verður gjørdur, so hevur tað eisini avbjóðingar við sær, til dømis á bústaðarøkinum og við tað, at ferðslan fer at økjast.