- Tað fyrsta eg leggi merki til er, at metta úrslitið er lækkað úr 460 í 2017 niður í 408 í 2018. Tað sigur mær somikið sum, at sjálvt um serfrøðin hevur roynt at ávara um gongdina, so verður ikki lurta.
Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Bárður Nielsen sigur, at harumframt, so hækka útreiðslurnar ov nógv og tann vøkstur á 1,9% í rakstrarútreiðslum, ikki fer at halda.
- Tey siga 1,9%, men um tú leggur lønarútreiðslur afturat, sum koma eftir sáttmálasamráðingarnar, so legst kanska 1-1,5% eyka á aftur, so vit tosa um ein vøkstur á 3-4%, beint ímóti serfrøðini, sum ávarar um, at búskapurin er við at verða ovhitaður.