Eg skilji ikki atfinningarnar, tí vit hava ikki sama bygnað sum Eik og tað hevur grein 19-nevndin eisini víst á, sigur Arni Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding.
Ársaðalfundur er í Ognarfelag Tryggingartakarana fríggjadagin komandi og í tí sambandi hava umboðsráðslimir sent inn uppskot til viðgerðar, sum millum annað snúgva seg um persónssamanfall, um at umboðsráðslimir ikki kunnu sita í nevndum í felagnum, um at bygnaðurin skal vera betri skipaður og so framvegis.
Arni Brattaberg vísir á, at í gomlu lógini stóð, at tað skuldi vera samanfall millum nevndina í samtakinum og bankanum.
- Nú fara tveir nevndarlimir úr Betri niður í bankan og tveir niður í tryggingingarfelagið, so tað er ikki samanfall millum nevndirnar og vit eru slett ikki líka sum gamli Eik Banki.
Tað letur also til, at nakrir umboðsráðslimir hava hug at taka undir við atfinningunum hjá Poul Michelsen landsstýrismanni, sum herfyri sendi uppskot til hoyringar um júst bygnaðin og persónssamanfallið í betri samtakinum.
Arni Brattaberg heldur atfinningarnar frá landsstýrismanninum vera órættvísar.
- Tað, sum Vinnumálaráðið nú arbeiðir við, er at gera eina lóg, sum bara er galdandi fyri Betri samtakið, har man fer inn og broytir lógina um vinnurekandi virki. Sjálvandi er tað fínasta slag, at man fer inn og ger eina lóg, sum tryggjar tann føroyska fíggjargeiran, tí sjálvandi er tað ikki gott, at ein banki fer á heysin, sigur Arni Brattaberg, sum heldur, at lógin burdi verið snikkað soleiðis, at hon rakti allan tann føroyska fíggjargeiran og ikki bara Betri samtakið.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Sólvit Nolsø hevði við Arna Brattaberg á Rás 2.