Ljóðbrot: Ov lítið av lodnu verður landað í Føroyum

Á Varðin Pelagic á Tvøroyri arbeiða tey við lodnu í hesum døgum.

 

Uppsjóvarskipini fiska lodnu undir Íslandi og lodnan sum fyrr var ein bíligur fiskur, fær nú rættuliga góðan prís.

 

- Vit rindaðu fyrr tríggjar krónur fyri kilo á lodnu, men nú rinda vit umleið sjey krónur fyri kilo, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic.

 

Prísurin er blivin betur grundað á eitt samstarv millum keypara og seljara um at virðisøkja fiskin +a rætta hátt.

 

Bogi Jacobsen sigur eisini, at avtalan, ið Føroyar hava við Ísland, um at vit kunnu fiska 15000 tons av lodnu í Íslandi, ikki er nóg góð fyri okkum, tí avtalan inniber, at einans 3500 tons kunnu landast í Føroyum. Restin skal landast í Íslandi.

 

- Pengarnir fossa til Íslands, sigur Bogi Jacobsen.

 

Hoyr samrøðu við Boga Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.