- Við tí politikki, sum verður førdur í Føroyum, so styrkir mann bæði niðurgangandi konjuktur og uppgangandi konjuktur, tí mann brúkar pengar tá mann eigur teir og heldur aftur tá eingir pengar eru.
Tað sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum. Búskaparráðið hevur lagt sína heystfrágreiðing fram í dag.
Sverri Hansen sigur, at ein kundi bøtt uppá hesa støðuna við at gera ein skipaðan rammupolitikk fyri bæði land og kommunur.
Hoyr samrøðu við Sverra Hansen um nýggju búskaparfrágreiðingina, ið hann hevði við Árna Gregersen fyrr í dag.










