Nýtt Sjálvstýri var allatíð ætla at verða ein fyribils loysn fyri at markera, at flokkurin ynskti at koma í ein nýggjan ham. Tí hevur flokkurin nú valt at taka Nýtt úr navninum og eitur framyvir einans Sjálvstýri.
Jógvan Skorheim, formaður í flokkinum, sigur, at endamálið við navnabroytingini er rokkið og fólk hugsa øðrvísi um flokkin í dag enn fyri tveimum árum síðani.
Hoyr samrøðu við Jógvan Skorheim við at trýsta á pílin undir myndini.










