- Vit fingu bara at vita, at vit skuldu verða har, einki annað.
Soleiðis sigur Poul Andrias Ziska, høvuskokkur á KOKS, nú tey hava fingið eina Michelin stjørnu. Tey fingu eina innbjóðing til tiltakið í Svøríki og fingu at vita, at tey burdu verið til staðar. Tá byrjaðu tey sjálvandi at hugsa tankan, at tey fóru at fáa eina Michelin stjørnu.
Hann sigur víðari, at enn er sjálvandi ikki heilt greitt hvat tað merkir fyri matstovuna at fáa stjørnuna, men vónar, at fleiri fólk fara at geva matstovuni ans nú.