Bústaðir hevur valt at útilukka allar føroyskar byggifyritøkur. Ikki ein eingang sleppa føroyskar fyritøkur at bjóða. Eg skilji ikki, at Tjóðveldi sum flokkur tekur undir við hesum, at almennir pengar verða brúktir beinleiðis til eina danska fyritøku og at føroyingar eru kasseraðir.
Tað sigur Jørgen Niclasen millum annað í samrøðu við Rás2, nú Bústaðir hevur valt eina danska fyritøku at byggja leigubústaðir.
Les eisini: Eiga vit at byggja land við donskum byggikubbum?