Ljóðbrot: Endurskoðið íløgurnar

– Búskapurin er í stóran mun tengdur at ali- og uppsjóvarvinnuni, og har gongur sera væl í løtuni. Og tað gongur eisini væl í búskapinum sum heild.

 

Tað sigur Sverri Hansen, formaður í búskaparráðnum. Hann sigur víðari, at tað er stórur aktivitetur í íløgum, og tað ger seg serliga galdandi í miðstaðarøkinum. Búskaparráðið hevur meir enn einaferð ávarað ímóti, at tað verða ov nógvar íløgur gjørdar í senn og mæla aftur til at enduskoða íløgurnar, so tær ikki eru ov konjukturviðgangandi.

 

Hoyr samrøðu við Sverra Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.