Ljóðbrot: - Eg lati meg ikki hótta av nøkrum

Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sigur, at hann vil ikki finna seg í at verða hóttur og trúðaðu uppá pláss av nøkrum, fyri at tvinga bíleggingarskipanina umboð á Teistan.

 

Les eisini: Sandoyingar fáa hálva loysn

 

- Um so er, at fleiri leggja seg á allar bilettirnar umborð á Teistanum og tað hevur við sær, so fólk her á oynni verða rakt, so vil eg ikki taka undir við skipanini, sigur Gerhard Lognberg.

 

Hann sigur, at hann hevur einki hoyrt frá Henrik Old, landsstýrismanni, um hetta málið og tí heldur hann tað verða løgið, at hann nú vil trýsta hetta í gjøgnum