Í Svøríki eru ljóðbøkur nú so væl umtóktar, at tað er vorðið næstan líka vanligt at spyrja fólk, um tey hava hoyrt eina bók sum um tey hava lisið hana. Hetta sæst eisini aftur í útboðnum av ljóðbókum, sum bæði er breitt í innihaldi og fjøltáttað í formi.
Á bókamessuni Bok & bibliotek varð nýggjasta slagið av ljóðbókum sýnt fram, og tað eru bøkur, lisnar inn á minniskort til eitt nú fartelefonir. Bøkurnar fáast í ymsum sløgum av minniskortum, alt eftir, um tín fartelefon eitur Sony Eriksson, Nokia ella okkurt annað.
Minniskortið rúmar 1GB, so ivasamt er, um Ó-, søgur um djevulskap hevði rúmast á einum korti, men tað er ongin trupulleiki, tí tú kanst flyta ljóðbókina av kortinum yvir á teldu tína, MP3-avspælaran ella telefonina, og síðan fylla á aftur við nýggjum tilfari og annars brúka minniskortið sum eitt heilt vanligt minniskort.
Myndatekstur: Ljóðbøkur á minniskortum til fartelefonir er nakað av tí nýggjasta nýggja, sum stóra svenska forlagið Bonnier bjóðar lesarum sínum – ella lurtarum sínum, átti ein heldur at sagt.