- Eg havi ikki hoyrt hasa sendingina, og áðrenn eg havi tað, fái eg illa gjørt nakrar viðmerkingar til málið.
Tað sigur Anna V. Ellingsgaard, forkvinna í felagnum Føroysk Miðlafólk.
Hon heldur tó, at tað í fyrstu syftu ljóðar eitt sindur undarligt at melda málið tilløgregluna við grundgevingini, at ein fjølmiðil er farin langt út um alt mark fyri skrivi- og talufrælsi.
- Tá ljóðar tað heldur sum eitt mál fyri Fjølmiðlanevndina, heldur forkvinnan í Føroysk Miðlafólk.
Í reglugerðini fyri »Góðan fjølmiðlasið« stendur neyvt útgreinað, hvat fjølmiðlarnir hava skyldu til, og hvussu teir eiga at fara fram. Har stendur soleiðis um talu-, skrivi- og kunningarfrælsi:
1.1 Talu-, skrivi- og kunningarfrælsi eru týdningarmiklir grundarsteinar í einum fólkaræði, og fyri at tryggja hetta frælsi krevst, at fjølmiðlar eru óheftir.
1.2 Fjølmiðlar eiga at bera tíðindi, upplýsa, kunna, íbirta orðaskifti og at viðgera samfelagslig mál kritiskt. Fjølmiðlar hava tí serstaka ábyrgd av, at øll viðkomandi sjónarmið verða lýst.
1.3 Fjølmiðlar skulu verja talu-, skrivi- og kunningarfrælsið. Fjølmiðlar eiga tí ikki at lata óviðkomandi áhugamál forða frælsari kunning, frælsari atgongd at heimildum ella forða orðaskifti um samfelagslig mál ella viðurskifti.
1.4 Fjølmiðlar eiga at verja einstaklingar og bólkar fyri órætti frá almennum myndugleikum og stovnum, fyritøkum ella øðrum felagsskapum.
1.5 Fjølmiðlar hava rætt og skyldu at kunna um tað, ið hendir í samfelagnum og at avdúka ivasom viðurskifti.
At síggja til skuldi umrødda málið komið undir seinasta av omanfyri nevndu punktum.
Forkvinnan í Føroysk Miðlafólk leggur sum sagt dent á, at hon ikki fær komið við nøkrum ítøkiligum úttalilsi, fyrr hon hevur hoyrt viðkomandi sending, sum altso varð send í síðstu viku.