Eitt uppskot er á veg í tingið, sum í stuttum gongur út upp á, at skjøtil verður settur á at byggja eina altjóða floghavn. Uppskotsstillararnir leggja seg ikki fastar á nakað ávíst øki í landinum. Men Nólsoy ljóðar spennandi Fimm tinglimir út fýra ymiskum flokkum hava lagt eitt uppskot fyri tingið, sum í stuttum gongur út upp á at byggja ein altjóða flogvøll í Føroyum, sum er í minsta lagi 2200 metrar langur, við møguleika fyri leingjan. Eisini verður skotið upp, at flogvøllurin verður útgjørdur við PAC II (Precision Approach Category) ella III. Hetta merkir, at innflúgvingin kann fara fram í øllum líkindum, eisini í greytatjúkkum mjørka.
Í viðmerkingunum verður sagt: »Uppskotsstillararnir treyta sær ikki, at flogvøllurin skal liggja á ávísum staði, men sjálvandi har, best er at leggja hann«. Tað vil við øðrum orðum siga, at eingin treyt er løgd við, at til dømis byggjast skal á Glyvursnesi.
Ein av uppskotsstillarunum er Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, og spurdur um møguleikan fyri at leggja vøllin í Nólsoy sigur hann, at hetta ljóðar ógvuliga spennandi.
- Nú kenni eg av góðum grundum ikki so væl til uppskotið. Magnus Hansen hevur víst mær skitsuprojektið og greitt mær frá tí, sum hann hevur gjørt sær tankar um. Og eg má siga, at tað ljóðar ógvuliga spennandi, men eg má eisini undirstrika, at tað verður ikki eg, men serfrøðin, sum má taka støðu til, hvar best er at leggja ein slíka flogvøll, sigur Poul Michelsen.
Flogskiparar: Sær gott út
Tá vit fingu fatur á Poul Michelsen var tað næstan lagnunnar speisemi, at hann júst var lendur aftur í Stavanger eftir at hava verið ávegis til Føroya ? í tveir dagar. Í gjár var ikki lendandi fyri mjørka, og í dag var tað vindurin, ið spældi inn.
Tingmaðurin sigur, at tað fyri hann eins og hinar uppskotsstillararnar ikki er avgerandi, hvar flogvøllurin liggur, bara hann kemur.
- Tað hastar ikki. Tað, sum ræður um, er at fáa gjørt neyðugu kanningarnar og hava neyðugu fortreytirnar at taka støðu út frá. Tá so allir valmøguleikarnir fyriliggja, kunnu vit taka støðu til plaseringina, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur víðari, at á ferðini hevur hann havt høvið at tosa við flogskipararnar báðar um møguleikan at leggja eina floghavn í Nólsoy, og fyri báðar var galdandi, at teir mettu hetta verða eina frálíka loysn. Ikki minst tí, at her er møguleiki fyri einum krossvølli, so tú altíð kanst lenda móti vindinum.
Tey, sum hava sett uppskotið fram, eru Torbjørn Jacobsen og Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum, Lisbeth Petersen úr Sambandsflokkinum, Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkinum. Talan er sostatt um bæði tvørfloksligt og tvørpolitiskt uppskot.










