Lizzie átti størsta hittið í Danmark

Føroyska Lizzie átti størsta hittið á Tjeklistanum hjá DR í 2008. Í heilar 24 vikur var sangurin Ramt I Natten á listanum, og tað var longri enn nakar annar Dagin eftir at føroyskur tónleikur varð heiðraður til heimliga Planet tiltakið, hevur Tjeklisten, sum verður mettur sum ein tann týdningarmesti hitlistin í Danmark, gjørt upp, hvussu tað gekk í farna ári.

 

Størsta hittið á Tjeklistanum í 2008 var Ramt I Natten hjá føroysku songkvinnuni Lizzie. Hetta var fyrsta veruliga útspælið hjá Lizzie sum sangari, og tað gekk sum smurt hjá henni.

 

Lizzie var í heilar 24 vikur inn á Tjeklistanum við Ramt I Natten, og fleiri vikur var hon ovast við sanginum.

 

Ramt I Natten er fimtstørsta hittið í søguni hjá Tjeklistanum.