Hálvføroyska sangarinnan skal framføra til ?bláan mánadag? í Tivoli Friheden í Århus.
Sangarinnan handan stóra hittið ?Ramt I Natten? hevur selt tríggjar ferðir platin og er blivin sera umbiðin.
Til teir báðir størstu ?bláu mánadagarnir? (dagarnir eftir konfirmatiónirnar) skal Lizzie framføra í Tivoli Friheden í Århus. Í ár fella dagarnir á 21. apríl og 5. mai.
- Vit vilja gera eyka nógv burtur úr fyri allir konfirmantarnar, ið vitja Friheden á bláum mánadegi, og í síðstu løtu eydnaðist tað okkum at fáa eina avtalu í lag við Lizzie, greiðir stjórin í Tivoli Friheden, Henrik Ragnborg Olesen, frá.
Friheden roknar við einum 3-5000 konfirmantum hesar báðar dagarnar.










